Helena Dam á Neystabø fer nú at broyta kunngerðina um kringvarpsgjald við tí endamáli at útvega Kringvarpinum hægri inntøkur. Í løtuni skulu, sum hava radio og sjónvarp, sum eru før fyri at taka signalið frá Kringvarpinum, betala kringvarpsgjald.
Men er onkur, sum heldur upp á, at onki slíkt tól er í húsinum, er tað Kringvarpið sum hevur ábyrgdina at prógva, at radio ella sjónvarp er í húsinum.
Eftir nýggju kunngerðini verður próvbyrðan vend á høvdið. Nú fáa øll sendandi krav, men er tað onkur, sum sigur seg onki tól hava, verður tað hereftir viðkomandi sjálvur, sum skal føra prógv fyri at tað er rætt og ikki fyrrenn tað prógvið er lagt fram, sleppur viðkomandi undan at gjalda.
Men eftir nýggju kunngerðini verður eisini staðfest, at hereftir skulu øll, sum hava internet og kunnu lurta eftir úrvarpinum og síggja sjónvarp á telduni, eisini betala kringvarpsgjald.
Helena Dam á Neystabø dugir ikki at meta um, hvussu nógv hetta fer at geva Kringvarpinum.