Fótbóltshagtøl eru nakað, sum italiumenn gera nógv við, og tí er spenningurin stórur undan finaluni. Tí verður nógv gjørt burturúr, at uppgávan í kvøld er dystur nummar 400 hjá Milan, og at teir kunnu røkka máli nummar 500 í hesum dystinum. Hetta er um dystir í Champions League, Europa-Cup, UEFA-Cup, Inter-Cities Fairs Cup og Cup Winners Cup taldir við.
Og so er spurningurin, hvussu fagnaðurin verður, um Milan megnar at skjóta mál nummar 499 og 500 í kvøld.