Vilja hava løggildingina aftur

Málið um grannskoðararnar, ið mistu sína løggilding í 2012, endar nú í rættinum.

Málið um grannskoðararnar, ið mistu sína løggilding í 2012, endar nú í rættinum. Mánadagin, týsdagin, mikudagin og hósdagin skal Føroya rættur viðgera málið um løggildingina hjá grannskoðarunum.

 

Tað var í novembur 2010, at Løgtingsins Umboðsmaður gav eina frágreiðing, har hon setti spurnartekin við heimildina av løggildingini hjá ávísum grannskoðarum. Sjey grannskoðarar høvdu fingið løggilding sum grannskoðarar frá Skráseting Føroya, hóast teir ikki høvdu staðið eina serliga próvtøku, ið var ein av treytunum fyri at fáa løggilding sambært grannskoðaralógini, segði Løgtingsins Umboðsmaður.

 

Endin av vísuni var, at løgmaður í februar 2012 valdi at taka løggildingina hjá grannskoðarunum aftur, uttan so at teir stóðu hesa serligu próvtøkuna innan trý ár.

 

Nú er málið komið í Føroya Rætt. Tveir av grannskoðarunum hava valt at fara til sak móti Løgmansskrivstovuni um ógildingina av løggildingini. Christian F. Andreasen, sakførari hjá teimum báðum grannskoðarunum greiðir frá, at krav teirra er einfalt, teir ynskja, at løggildingin skal standa við, uttan at teir skulu upp til roynd aftur. Hinir fimm grannskoðararnir antin starvast ikki longur sum grannskoðarar ella hava fullført donsku kravdu útbúgvingina, og eru tí ikki partur av sakarmálinum longur.