Vilja hava Lene Espersen frá

Alt bendir á, at Lene Espersen fer at leggja frá sær sum politiskur leiðari í Konservativa Fólkaflokkinum. Sambært donsku fjølmiðlunum hevur hon ikki undirtøku í fólkatingsbólkinum hjá flokkinum longur.

Bólkurin helt fund í morgun, meðan Lene Espersen var á uttanríkisráðharrafundi í Miðeystri, og á fundinum kom fram, at tingbólkurin styðjar ikki leiðaran longur.

Lene Espersen kom aftur til Keypmannahavnar seinnapartin, men hon hevur einki sagt alment um støðuna enn. Eygleiðarar eru samdir um, at fer hon ikki frá við góðum, verður hon koyrd frá.

Í Keypmannahavn eru teir politisku eygleiðararnir eisini á einum máli um, at Lars Barfoed, løgmálaráðharri, hevur bestu møguleikarnar at taka við sum politiskur leiðari. Summar keldur siga tó, at Brian Mikkelsen, búskaparmálaráðharri, er ein eisini ein møguleiki.

Konservativi Fólkaflokkurin hevur staðið seg sera illa í veljarakanningunum ta seinastu tíðina. Í teirri nýggjastu kanningini, sum er komin í dag, fær flokkurin fimm prosent av atkvøðunum, og so lítla undirtøku hevur flokkurin ikki havt fyrr.