Vilja hava landsstýrið at selja

– Men tað eru ikki øll tingfólk, sum eru samd í hesum

Gongst sum ætlað, fer landsstýrið at selja sín part í tveimum feløgum í heyst. Talan er um feløgini, Tjaldur og Smyril Line, sum ætlanin er at selja. Tað boðaði løgmaður frá í ólavsøkurøðuni og hann staðfesti eisini, at landsstýrið umhugsar e eisini at selja onnur feløg.

 

Og nú løgtingið umrøddi ólavsøkurøðuna, vóru tað nøkur tilgfólk, sum vildu fara víðari og vildu hava landsstýrið at selja fleiri feløg.

 

Ruth Vang, tingkvinna fyri Framsókn vísti á, at hóast ein roynd undir farnu samgongu at selja Posta, misteydnaðist, eigur Landsstýrið at gera eina roynd afturat. Hon heldur eisini, at landsstýrið skal selja sín part í BankNordik, tí tey fáa einki burtur úr ar eiga hann.

 

Christian Andreasen, tingmaður fyri Fólkaflokkin, er samdur. Hann sigur, at selur tað almenna sín part í hesum feløgunum, fær vinnan fult frælsi at virka og tað fer at geva landskassanum stórar inntøkur, sum so kunnu brúkast til íløgur í samferðslukervið, ella okkurt annað.

 

Men ein, sum er ósamdur ,er Johan Dahl úr Sambandsflokkinum. Hann vísir á, at bæði Tjaldur og Smyril Line kasta fitt av sær. Tey geva landskassanum avkastr hvørt einasta ár, so tað er skeivt at selja tey. Landskassin hevur fingið yvir 30 milliónir í vinningsbýti seinastu árini og tað er ein reglulig inntøka.

 

Hann sigur, at tað fer ikki at geva nakað sum helst at selja partin í Smyril Line. Landið eigur bara 17 prosent í Smyril Line og tað kann ikki seljast fyri nakað sum helst. Eingin fer at keypa ein so lítlan part av eini fyritøku fyri nakað nevnivert, so tað er bara ein løtuvinningur, heldur hann.

 

Landið eigur 2,8 prosent av partapeninginum í Tjaldri og tey eru verd einar sjey milliónir krónur.