Vilja hava landskassan at rinda størri part

Kommunurnar vilja ikki standa einsamallar við útreiðslunum av at gera tey ítróttarverkløg, sum eru neyðug at gera fyri at fáa Oyggjaleikirnar til Føroya

Landið skal rinda ein part av tí, tað kostar at gera tey ítróttarverkløg, sum eru neyðugt at gera fyri at fáa oyggjaleikirnar til Føroya.

 

Tað halda tey í Tórshavnar Býráð, nú roynt verður at fáa Oyggjaleikirnar til Føroya í seinasta lagi í 2029.

 

Í tí sambandi hevur landsstýrið lagt uppskot fyri Løgtingið um at veita eina almenna trygd upp á 10 milliónir fyri at fáa leikirnar hendavegin.

 

Men í Tórshavnar Býráð staðfesta tey, at skulu Oyggjaleikir verða aftur í Føroyum, fer tað at seta stór krøv til ítróttarverkløg av ymsum slagi. Tey staðfesta eisini, at seinastu árini hevur landið at kalla als ikki verið við til at fíggja nøkur ítróttarverkløg, heldur ikki Tórsvøll, sum má metast at vera fyri alt landið.

 

Avleiðingin av hesum er, at Tórshavnar kommuna, og aðrar kommunur, hava brúkt nógvar pengar upp á ítróttarverkløg

 

Tí heitir Tórshavnar Býráð nú á landsstýrið um at vera við til at fíggja tey ítróttarverkløg, tað er neyðugt at gera í sambandi við Oyggjaleikirnar.

 

Tá ið kommunur byggja ítróttarverkløg, fáa tær 75 prosent av mvg aftur í landskassanum, og Tórshavnar Býráð heldur, at ein byrjan kundi verið at landið gav kommunum alt mvg aftur slíkum verkætlanum, aftur.

 

Annika Olsen, borgarstjóri, er eisini í stýrinum í Kommunufelagnum, og hon upplýsir, at eisini Kommunufelagið tekur undir við, at kommunurnar skulu fáa alt mvg aftur, tí tað eru kommunurnar, sum bera útreiðslurnar, tá ið ítróttarverkløg verða gjørd.

 

Hein Mortensen, býráðslimur, og fyrrverandi forseti í ÍSF, upplýsti á býráðsfundi í gjárkvøldið, at tá ið Oyggjaleikirnar vóru í Føroyum í 1989, læt Landskassin eina millión í trygd. Men tað varð ein sólskinssøga, tí tá ið alt var gjørt upp, vísti tað seg, at Oyggjaleikirnir góvu tvær milliónir í avlopi, sum ÍSF slapp at hava at brúka til ymisk endamál.