Søla
Tvøroyri: Nú er bedingin á Tvøroyri til sølu.
Fyrr var nógv virksemi á bedingini, men fyri nøkrum árum síðani helt hon uppat og síðani hevur onki verið.
Men nú vónar Tvøroyar Kommuna at fáa lív aftur í húsini, tí mánakvøldið samtykti býráðið at selja húsini, sum bedingin helt til í.
Nú verður ein lýsing orðað og fyrsta dagin verður bedingin lýst til sølu í bløðunum.
Tað, sum verður selt, eru sjálvir virkisbygningarnir. Sjálvur bedingsvognurin er burtur, so har er onki eftir.
Umsitingarbygingurin, sum liggur heilt uppat vegnum, verður ikki seldur, men tann, sum keypir bedingina, fær framíhjá rætt at leiga hann.
?Møguliga skal vegurin breiðkast einaferð seinni og tí hevði tað verið óheppið at selt umsitingarbygningin eisini, tí tað hevði bara kostað kommunini at keypt hann aftur, sigur Finnleif Guttesen.
Hann sigur, at tað hevur víst seg at vera áhugi fyri at keypa bygningarnar. Hann sigur, at hetta seinasta hálvtannað árið hevur kommunan fingið tríggjar fyrispurningar um at keypa ella leiga bedingina til vinnulig endamál, so nú verður hon lýst til sølu.
Men samstundis verður gjørt vart við, at bygingurin verður seldur á leigaðari grund. Tvs. at tann, sum keypir, fær ikki grundstykkið við, men hann sleppur at leiga stykkið í eitt langt áramál.
Býráðslimir fegnaðist um, at bedingin nú verður seld, tí seinastu árini hevur hon ikki átt nakran góðan og økið er illa forfallið og man vera eitt tað óruddiligasta í sóknini.