Vilja hava lív í 17 millliónir

Í ár verður munandi minni arbeiði hjá handverkarum av at umvæla almennar bygningar. Men peningurin, sum er tøkur, skal til arbeiðis sum skjótast

Pengingurin, sum er settur av á fíggjarlógini til at umvæla almennar bygningar fyri, røkkur ikki langt.

Sostatt skulu handverkarar ikki dúva upp á, at umvæling av almennum bygningum skal bjarga teimum árinum.

Tað kom fram í Løgtinginum mikudagin, tá ið Eyðgun Samuelsen, tingkvinna, vildi hava at vita, hvussu verður við játtanini til at umvæla almennar bygningar fyri.

Eitt, hon sipaði til, er, at í fjør gekk so seint at fáa sett skjøtil á, at í september var minni enn ein millión brúkt og hon vildi skumpa undir, at arbeitt verður skjótari í ár.

Annika Olsen, landssýriskvinna vísti á, at at í ár eru 17 milliónir játtaðar til at umvæla almennar bygningar og tað røkkur ikki langt.

Í fjør vóru 12 milliónir settar á til at halda almennar bygningar, umframt 17 milliónir til bjálving. Men harafturat hevði hvør stovnur og hvørt ráð eisini eina serstaka játtan til umvæling.

Sostatt er talan er um eina munandi skerjing í ár.

Men hon legði dent á, at berast skuldi munandi skjótari at í ár enn tað var í fjør og arbeiðini skulu helst byrja longu tíðliga í vár.

Higartil eru fyribils raðfestingar gjørdar fyri 10 milliónir av teimum 17 milliónunum, sum eru til taks.

Og tær verða býttar soleiðis, at Búnaðardepilin, skal umvælast fyr 1,9 millión og Tilbúgvingarstovnurin, Mentamálaráðið, Prestagarðurin á Todnesi á Sandi og Heilsumálaráðið skulu umvælast fyri 1,5 millión hvør.

Harafturat skal sjóndepilin umvælast fyri 1,2 millión og Skúlin á Trøðni skal umvælast fyri 900.000 krónur.

Annika Olsen staðfestir, at virðið á almennum bygningum er fallandi, tí teir verða ikki hildnir.

Og játtanin, sum nú skal brúkast til umvælingar, skal raðfestast soleiðis, at peningurin fyrst og fremst skal brúkast so, at bygningarnir verða varðveittir og ikki farast. Men oftast eru orkusparandi tiltøk við í umvælingini.