Tað er nú alt, sum bendir á, at Samgongan ætlar at avmarkað verkfallið hjá Pedagogunum við lóg.
Samgongan hevur arbeitt við málinum í dag og vit hava skilt frá politikarum, at úrslitið er, at eitt uppskot skal leggjast fyri Løgtingið, sum tryggjar, at lív og heilsa hjá búfólkum á stovnum undir Almannaverkinum, verður sett í váða.
Almannaverkið hevur boðað frá, at fyri at sleppa undan at seta lív og heilsu í váða, er tað neyðugt at fáa undantak til 135 pedagogar, men tað vil Pedagogfelagið ikki ganga á møti, tí tey halda, at talið er lægri.
Tí ætlar samgonga nú at leggj uppskot fyri Løgtingið um at fáa nóg mikið av pedagogum til arbeiðis fyri at forða fyri eini neyðstøðu.
Men enn er kortini ikki sagt, at tað er nóg stór unfirtøka í Løgtinginum til at tað kann leggjast fram tí seinasta freist at leggja uppskot fyri Løgtingið í ár, er farin og tí skulu 17 løgtingslimir skriva undir at tað kann leggjast fram.
Føroya Pedagogfelag harmast um støðuna, tí tey vísa á, at tey hava givið undantøk til, at heili 20 prosent av námsfrøðingunum skulu vera til arbeiðis, fyri at tryggja lív og heilsu.
– Hóast tað, hevur tað eydnast Fíggjarmálaráðnum og Almannaverkinum at fáa undantøkini í verkfallinum hjá Føroya Pedagogfelag til viðgerðar í Løgtinginum, sigur Pedagogfelagið.
Føroya Pedagogfelagið hevur ikki fingið áheitan frá Almannaverkinum í dag um fleiri akut undantøk, og Føroya Pedagogfelag hevur í samskifti við limir sínar í dag fingið upplýst, at úti á stovnunum eru tey í fleiri førum yvirmannað til arbeiðis í dag.
– Eingin limir í Føroya Pedagogfelag hevur vent sær til okkum, tí tey meta støðuna hættisliga, sigur Pedagogfelagð.
Og felagið spyr um tað er so illa statt, at tey sleppa at lóggeva seg frá rættinum hjá starvsfólki at fara í verkfa Í gjárkvøldið og í alla dag, hava vit roynt at fáa orðið á Kristinu Háfoss, landsstýriskvinnu í fíggjarmálum, men hon er farin undir heilt og tekur ikki telefonina.