Sjálvstýrisflokkurin og Miðflokkurin heita nú á løgtingsformannin um at kalla Løgtingið saman aftur beinanvegin.
Tað gera teir báðir smáu flokkarnir á tingi, tí teir vilja hava nøkur av teimum málunum avgreidd, sum enn liggja í nevndum, og sum annars fella burtur á Ólavsøku, tá ið tingárið endar.
Nøkur av málunum, teir hugsað um, eru uppskotið um reglur fyri húsasølu, bygging, jarðhita og loðsskyldu.
Teir nevna eisini útlendingamálið, endurnýtslu av íløtum og lestrarfrádrátt. Og so halda teir eisini, at stjórnarskipanaruppskotið eigur at verða viðgjørt.
Miðflokkurin og Sjálvstýrisflokkurin harmast um, at tingarbeiðið er niðurlagt, uttan at flokkarnir hava fingið boð um tað tingið ikki sleppur at arbeiða alt tingárið, sum gongur frá ólavsøku til ólavsøku.
Tingarbeiðið varð niðurlagt, júst sum vinnunevndin hevði tíggjutals fólk á gátt at viðgera álvarsmálið um friðingar á landleiðini.
- Men nú verður tað kortini ikki mett at vera neyðugt, at spyrja Løgtingið kortini.










