Vilja hava kvinnu

Sum væntað hevur týski forsetin, Johannes Rau, nú boðað frá, at hann stillar ikki upp til forsetavalið í mai næsta ár. Eygleiðarar í Berlin siga, at hetta var ivaleyst ein røtt avgerð, tí tann sosialdemokratiski forsetin hevði neyvan verið afturvaldur kortini.

Nú eru fleiri farin at tosa um, at Týskland eigur at velja eina kvinnu til forseta. Teirra millum er Gerhard Schrøder, kanslari. Men spurningurin er, hvør tað skal vera. Kristiligi demokraturin Angela Mærkel verður umrødd sum eitt av evnunum til forsetaembætið. Sjálv hevur hon víst hugskotinum aftur.

Sosialdemokratarnir hava eisini síni uppskot. Teirra millum er Jutta Limbach, sum er stjóri á Goethe-stovninum, og Renate Schmidt, fíggjarmálaráðharri. Tey Grønu hava eisini eitt uppskot. Tey hava bestan hug at skjóta upp á leiðaran fyri teimum eysturtýsku Stasi-skjalagoymslunum, Marionnu Birhler.