Stjórnirnar í Týsklandi og Fraklandi ætla sær at stovna ein evropeiskan gjaldoyragrunn eftir sama leisti sum Altjóða Gjaldoyragrunnurin IMF. Uppgávan hjá tí nýggja grunninum verður at hjálpa londum, sum brúka evruna sum gjaldoyra, og sum koma í búskaparliga kreppu.
Harafturat skal grunnurin styrkja gjaldoyrasamstarvið í Evropa. Hugskotið hevur sín uppruna í teirri sera álvarssomu búsksparkreppuni í Grikkalandi.
16 lond hava evruna sum gjaldoyra, men Týskland vil hava øll tey 27 ES-londini at taka undir við hugskotinum um grunnin.