Vilja hava konserthús

Ein ørgrynna av tónleikafeløgum hava tikið stig til at senda eitt skriv til Tórshavnar Kommunu, har tey krevja eitt konserthús í Havnini Ein fyrireikingarnevnd hevur seinasta mánaðin arbeitt við málinum um eitt konserthús í Havnini, og hósdagin handar nevndin borgar- og varaborgarstjóranum í Tórshavnar Býráð eitt felagsskriv.

 

Nevndin sigur soleiðis í tíðindaskrivinum.

- Í sannføringini um at okkum í Havn vantar eitt alment stað at framføra tónleik í, hava føroysk feløg við tilknýti til tónleikalívið tikið seg saman, við tí endamálið at varpa ljós á hendan stóra miss.

Nógv eru tey sum í gjøgnum nógvu árini, hvør sær hava tikið stór tøk við tí fyri eyga at royna at loysa hetta týdningarmikla mál, men illa hevur gingist.

Hóast stóra saknin av einum staði at hava framførslur av øllum slag, hevur tónleiklívið, mestsum uppá tross blómað og ein kann bara gleðast um hetta. Men tað skerst ikki burtur at eitt miðsavnandi stað fyri framførslur í Havn, hevði ríkað enn meira um útboðið av dygdargóðum tónleikaupplivingum fyri borgaran.

Av tí at eitt slíkt stað er eins umráðandi fyri trivnaðin hjá áhoyraranum sum tónleikaranum, hava vit valt at kalla tað eitt konserthús, sigur Edward Nyholm Debess.

 

Hesi eri feløgini, ið hava tikið stig til tíðindaskrivið.

FUTT

Jazztónleikarafelagið

Fólkatónleikarafelagið

Einleikarafelagið

Felagið Føroysk Tónaskøld

Mentón

Kórsamband Føroya

Umboð fyri áhoyrarar

Havnar Jazzfelag

Konsertfelagið

TUTL

FUR

 

Í samband við tíðindaskrivið verður eitt upplýsandi tiltak í Norðurlandahúsinum fríggjadagin kl. 18.00. - 20.00