Vilja hava kommunur at stuðla orkuskiftinum

Elbilafelagið heitir nú á kommunurnar um at broyta byggisamtyktir, so fleiri løðistøðir verða settar upp.

Elbilafelagið skrivar soleiðis í tíðindaskrivi:

 

»Herfyri sendi Elbilafelagið eitt skriv til allar kommunurnar kring landið, við einari áheitan um, at broyta byggisamtyktirnar so skjótt sum gjørligt. Tað skal verða eitt krav at seta løðistøðir upp, ella í minsta lagi skal øki gerast klárt til uppsetan av løðistøðum, tá íbúðarblokkar, hús/randarhús, kommunubygningar og kommunal parkeringsøkir skulu byggjast framyvir.

 

Elbilafelagið varð sett á stovn við tí endamálið at betra umstøðurnar hjá elbilaeigarum, og vit arbeiða m.a. við at gera umstøðurnar fyri løðing av elbilum betri. Fyri at skunda undir skiftið í Føroyum, frá bensin/diesel bilum til ein grønari elbil, gerst hetta skjótari, við at fleiri løðistøðir verða tøkar í kommununum kring landið. Vit í Elbilafelagnum hoyra frá nógvum borgarum, at ein av teimum stóru forðingunum fyri at skifta til elbil, er at borgarar sum t.d. leiga ella búgva í íbúðarblokkum, ikki hava møguleika at løða bilin heima, sum nú er.

 

Uppsetan av løðistøðum er longu eitt krav í fleiri av londunum rundan um okkum, so sum í Danmark, har “Bekendtgørelse om forberedelse til og etablering af ladestandere i forbindelse med bygninger (Ladestanderbekendtgørelsen)” kom í gildi í 2020, har tað verða sett nøkur minstakrøv, tá bygt verður, ella tá umbyggingar verða framdar.

 

Um Føroyingar reelt skulu hava møguleikan, at velja elbilin fram um bensin/diesel, so mugu kommunurnar og landið skipa fyri, at løði-infrastrukturur er tøkur lokalt, eisini fyri øll tey, sum ikki hava egið hús ella møguleika at løða heima.«

 

Elbilafelagið