Íslendingar vilja fegnir hava kinesiskar og norskar íløgugrunnar at keypa íslendsk lánsbrøv næstu ferð, tey verða boðin út á altjóða marknaðinum.
Steingrímur J. Sigfússon, búskaparmálaráðharri, sigur við Bloomberg-tíðindatænastuna, at útlendskir íleggjarar munnu hava størri áhuga fyri íslendska búskapinum nú enn tey seinastu árini.
Íslendska stjórnin seldi lánsbrøv fyri eina milliard dollarar á altjóða marknaðinum í juni í fjør, og tað var tað fyrsta útboðið síðani kreppubyrjanina í 2008. Steingrímur J. Sigfússon sigur við Bloomberg, at stjórnin var nøgd við tað, sum kom burtur úr útboðnum í fjør, men hann dylur ikki fyri, at íslendingar vilja fegnir hava norskar og kinesiskar grunnar at vísa Íslandi størri áhuga.