Vilja hava Jelved til tingformann

Vanliga er semja í Fólkatinginum, tá tað snýr seg um at velja tingformannin, men nú formansskapurin skal mannast av nýggjum aftan á valið í síðstu viku, hava teir borgarligu flokkarnir valt at víkja frá siðvenjuni. Hóast teir reyðu flokkanrir ikki hava nevnt nakað formansevni, halda tey flestu, at sosialdemokraturin Mogens Lykketoft hevur teir bestu møguleikarnar. Hann hevur drúgvar royndir og hevur verið í formansskapinum.

Men nú boða teir borgarligu flokkarnir frá, at teir vilja hava ta radikalu Marianne Jelved til fólkstingsformann.

-Marianne hevur parlamentariskar royndir, og hennara uppfatan av tí partalentariska arbeiðinum ger, at hon er sera væl egnað til starvið. Harafturat er hon ein virdur politikari, sigur Kristian Jensen, sum er formaður í tingvólkinum hjá Vinstra, við Jyllands-Postin. Mogens Lykketoft hevur eisini royndirnar, men hann er ov snarsintur, sigur han.

Politiskir eygleiðarar siga, at kjakið um formansevnini kann vera ein borgarlig roynd at vita, um flokkarnir, sum vunnu valið, veruliga vilja hava samstarv yvir um miðjuna, soleiðis sum teir hava sagt.

Marianne Jelved hevur ikki hug á formanssessinum, tí hon hevur aðrar ætlanir, sigur hon.