Vilja hava Húsalánsgrunnin á fíggjarlógina

Í nýggjastu frágreiðing síni til Løgtingið endurtaka løgtingsgrannskoðararnir kravið um, at landsstýrismaðurin ikki enn hevur tikið Húsalánsgrunnin við á løgtingsfíggjarlógina.

Í nýggjastu frágreiðing síni til Løgtingið endurtaka løgtingsgrannskoðararnir kravið um, at landsstýrismaðurin ikki enn hevur tikið Húsalánsgrunnin við á løgtingsfíggjarlógina.

 

– Landsstýrismaðurin hevur ikki ásett reglur og treytir fyri at veita realkreditfígging, sum eru í tráð við § 5c, stk. 2, í lógini um Húsalánsgrunnin. Hann hevur heldur ikki ásett reglur fyri uttanhýsis eftirliti, sum Tryggingareftirlitið skal hava við grunninum sambært § 8, siga løgtingsgrannskoðararnir.

 

Løgtingsgrannskoðararnir halda tað als ikki vera nøktandi, at Húsalánsgrunnurin enn ikki er við í løgtingsfíggjarlógini, og átala hvassliga, at landsstýrismaðurin enn ikki hevur ásett tær reglur, sum honum er álagt sambært lógini, sum bæði snúgva seg  um virksisførið hjá grunninum og ikki minst eftirlit við grunninum.

 

Tað var á tingfundi 25. februar, at frágreiðingin hjá løgtingsgrannskoðarunum varð løgd fyri tingið. Løgtingsgrannskoðarar eru Reimund Langgaard, formaður, Joen Magnus Rasmussen, Høgni Hoydal og Eyðgunn Samuelsen. Frágreingini, sum er tingmál nr. 68/2014:, er fyri fíggjarárið 2013.