Føroya Arbeiðarafelag fer nú at kanna møguleikarnar fyri at fáa hægri rentu frá bankunum fyri frítíðarlønina hjá limum sínum. Hetta er ein av niðurstøðunum á aðalfundinum hjá felagnum, sum var um vikuskiftið.
Á fundinum varð ført fram, at útreiðslurnar til TAKS av at umsita frítíðarlønina hjá limunum eru nógv størri enn tær rentuinntøkur, sum feløgini fáa av at hava peningin standandi á bók.
Hetta staðfesti Harry Benjaminsen, formaður í Tofta Arbeiðarafelag, á aðalfundinum.
Rentustøðið er munandi lækkað seinastu árini, og sostatt hava lokalfeløgini hjá Føroya Arbeiðarafelag beinleiðis útreiðslur av frítíðarlønini.
- Frítíðarlønin er tilsamans einar 300-500 miljónir krónur um árið, so tað átti at borið til at samráðst seg fram til eina hægri rentu frá onkrum peningastovni, legði formaðurin í Tofta Arbeiðarafelag aftrat.
Koma øll hini feløgini í Samtaki við, verður talan um enn størri upphæddir.
Nevndin í Føroya Arbeiðarafelag fer nú at kanna møguleikarnar fyri at fáa eitt heildartilboð frá onkrum peningastovni.
Sum støðan er nú, stendur frítíðarlønin á kontu í navninum á fakfeløgunum, soleiðis at felagið fær rentuinntøkurnar, men tað er TAKS, sum umsitir konturnar.
Á aðalfundinum hjá Føroya Arbeiðarafelag nevndi onkur eisini møguleikan fyri, at fakfeløgini taka á seg umsitingina av frítíðarlønini frá TAKS.