Vilja hava Høgra

Í heyst verður stórtingsval í Noregi, og fáa teir norsku vinnulívsleiðararnir sín vilja, skal høgraformaðurin Erna Solberg skipa næstu stjórnina í Oslo.

Tað kemur fram í einari kanning, sum blaðið Dagens Næringsliv hevur gjørt. Blaðið hevur spurt leiðararnar í 500 fyritøkum, sum hava meiri enn 100 fólk í arbeiði, hvørjar flokkar teir vilja hava at skipa stjórn eftir valið í heyst, og hvør skal verða forsætisráðharri. 20 prosent vilja hava Høgra og Framburðsflokkin at skipa stjórn, og 26,4 prosent vilja hava Ernu Solberg til forsætisráðharra.

Kanningin vísir, at nógvir vinnulívsleiðarar vilja hava formannin í Arbeiðaraflokkinum, Jens Stoltenberg, til forsætisráðharra. 21,6 prosent av teimum spurdu siga, at hann hevði verið tann best egnaði, meðan bara 9,2 prosent siga tað sama um núverandi forsætisráðharran, Kjell Magne Bondevik. Stjórn hansara er heldur ikki serliga væl umtókt, tí bara 11 prosent av vinnulívsleiðarunum halda, at hon eigur at halda fram aftan á valið.