Vilja hava gullið úr Havnini

Síðani 2005 hevur hondbóltsgullið hjá monnum verið í Tórshavnar Kommunu. Í dag ætla vestmenningar at bróta ringrásina

Hóast teir støðugt hava verið partur av føroyska hondbóltsoddinum, so hevur tað ikki eydnast VÍF at vinna hondbóltsgullið í bestu føroysku mansdeildini síðani 2005. Síðani tá hava Kyndil, Neistin, H71 og KÍF átt gullið, og tað vil við øðrum orðum siga, at gullið hevur verið í Tórshavnar Kommunu síðani.

 

Hetta smakkar sjálvandi illa hjá sigursvanda VÍF, og hetta er tað, sum tey gulu hava sett sær fyri at broyta, tá teir klokkan 18.30 taka ímóti H71 í næstu finaluni hjá monnum.

 

Við sigri Neistanum fyrr í ár vann VÍF fyri fyrstu ferð í 16 ár ein finaludyst, og nú er ætlanin at bróta óndu ringrásina fullkomuliga við at fáa greipuna til Vestmanna.

 

Tað stóð nógv á, tá liðini spældu í Hoyvíkshøllini mikukvøldið. H71 vann seg móti dystarenda upp á 23-20, men tað eydnaðist VÍF at koppa øllu, so talan gjørdist um tepran 25-24 sigur til teir gulu.

 

Tí hevur VÍF nú trumfin. Teir hava eisini heimavøll, og so er spurningurin, um tað fer at eydnast at toga mansgullið heim fyri fyrstu ferð í 10 ár.