Danska stjórnin hevur nú í hyggjuni, at í framtíðini skulu hundasleturnar hjá Siriuspatruljuni í Grønlandi veitra við bæði danska og grønlendska flagginum, tá farið verður á patrulju.
Siriuspatruljan er sereind undir Arktisk kommando, hvørs endamál er at hava varðhald fram við landi í øllum Grønlandi. Siriuspatruljan er í løtuni seks hundasletur við tveimum hermonnum og 12 hundum í hvørjari, og tá farið verður at patruljera, verður tað gjørt við Dannebrog á sletunum.
Danski verjumálaráðharrin, Trine Bramsen, greiðir sambært DR frá, at ætlanin hjá stjórnini er súmbolsk og vísir á, at trygdin í Grønlandi verður tryggjað saman við grønlensku starvsbrøðrunum og starvssystrunum.
Tað eru ikki øll á Christiansborg, ið taka eins væl móti ætlanunum hjá stjórnini. Rasmus Jarlov, framsøgumaður fyri Grønlandsmál hjá konservativu, skilir ikki ætlanirnar, tí at sambært honum hevur Grønland einki við verjuna hjá ríkisfelagsskapinum at gera, og at Danmark betalir fyri verjuna.
Tað sama heldur Søren Espersen, framsøgumaður fyri danska fólkaflokkin.
– Tað gongur simpulthen ikki. Tey hava ongar hernaðarligar skyldur. Vit kunnu tosa um tað í framtíðini, tá Grønland tekur aktivan lut í arbeiðinum kring danska verju- og uttanríkispolitikk. Men tað er ikki nú, sigur Søren Espersen við DR.