Fótbóltur
Umframt at vera eitt ítróttarliga gott ár hjá føroyska A-landsliðnum í fótbólti, so gjørdist talan eisini um eitt sera gott ár fíggjarliga.
Sigurin á Litava og endastøðan sum nummar 117 á styrkislistanum hjá FIFA ber nevnliga við sær, at spælararnir veruliga skoraðu kassan í bonus-útrokningini, sum var í sáttmálanum.
Hesin staðfesti, at fyri hvørt pláss, sum Føroyar komu niðurum 150 á styrkislistanum hjá FIFA, skuldi hvør spælari, sum hevði verið á vølli í undankappingardysti, fáa 6.000 krónur. Samanlagt gav lopið í fjør 198.000 til hvønn av teimum 27 spælarunum, og hetta er ein rokning, sum FSF illa sleppur at renna undan. Heldur ikki, hóast landsliðsspælararnir hava verið á fundi við FSF, sum fegið vildi lækka upphæddina nakað.
Yvir tvey ár
Tað er tó ikki líkt til, at møguleiki er at lækka upphæddina minsta pettið. Í øllum førum endaðu samráðingarnar um hetta úrslitaleysar, men hóast ein møgulig bonus-upphædd ætlandi skuldi gjaldast út í januar, so hava spælararnir enn ikki sæð nakað oyra. Og tað gera teir neyvan hesumegin mánaðarskiftið.
– Vit hava ein starvsnendarfund fyrst í februar, og har verður hetta eitt av málunum. Síðani mugu vit so tosa aftur við landsliðið, og so fáa vit at síggja, hvussu leikur fer, sigur Magnus á Stongum, formaður í landsliðsnevndini.
Hann vil ikki siga beinleiðis, hvussu ein møgulig loysn kundi sæð út. Men tað hevur ljóðað, at FSF hevur í umbúna at gera eina gjaldsavtalu yvir 24 mánaðir við spælararnar, og hetta verður avvíst av formanninum í landsliðsnevndini.
– Tað er í øllum førum greitt, at FSF hevur ikki gjaldføri til at rinda eina somikið stóra upphædd út her og nú. Málið hjá okkum er nú at fáa eina avkláring upp á hesa støðuna. Og so mugu vit nýta orkuna til at hyggja fram móti teimum avbjóðingum, sum liggja fyri framman, sigur Magnus á Stongum.