Vilja hava giktalæknan aftur í starv

Vit ynskja ikki longri bíðitíðir, vit ynskja ikki færri læknaviðtalur, vit ynskja ikki ójøvn tilboð millum giktsjúk, og vit ynskja ikki lægri góðsku í viðgerðini.

Soleiðis skrivar Giktafelag Føroya í eini áheitan á landsstýrismannin í heilsumálum, Kaj Leo Holm Johannesen, um at fáa giktalæknan Pero Soré settan aftur í starv.

 

– Men tað vænta vit at fáa, um ikki sjúkrahúsleiðslan skiftir hugburð ella landsstýrismaðurin traðkar í karakter.

 

– Vit ynskja okkum ein royndan lækna, sum veit hvør støðan er á giktaøkinum í Føroyum, hvørja ávirkan tað føroyska veðurlagið hevur á giktina og hvønn leiklut tann føroyski genitikkurin spælir.

 

– Vit ynskja ikki kostnaðarmiklar og skiftandi útlendskar læknar, tá vit longu hava ein væl royndan serlækna í Føroyum, sum í 14 ár hevur stríðst við at uppbyggja tað føroyska giktaøkið.

 

Áheitanarskriv er sent sjúkrahúsleiðsluni og landsstýrismanninum, Kaj Leo Holm Johannesen, um at seta giktalækna Pero Soré aftur í starv.

 

##med2##

 

##med3##

 

##med4##