Vilja hava gamla drotning aftur

Stjórnin í Egyptalandi hevur nú sent týsku myndugleikunum eina formliga áheitan um, at Týskland skal lata egyptisku myndugleikunum eina 3.300 ára gamla standmynd av egyptisku drotningini Nefertiti.

Mentamálaráðið í Kairo sigur, at áheitanin er úrslitið av áralongum kanningum, sum løgfrøðingar og fornfrøðingar hjá mentamálaráðnum hava staðið fyri.

-Kanningarnar hava sannført stjórnina um, at teir týsku myndugleikarnir verða sinnaðir at bera so í bandi, at vit fáa standmyndina heimaftur, sigur ein talsmaður fyri mentamálaráðið í Kairo.

Tað er kortini ikki vist, at týskarar fara at ganga áheitanini á møti. Sum skilst eru myndugleikarnir í Berlin av teirri uppfatan, at alt fór lógliga fram, tá ein týskur fornminnissavnari tók ta gomlu standmyndina við sær til Týsklands.

Tað var týski fornfrøðingurin Ludwig Borchardt, sum fann standmyndina av under utgravninger Nefertiti í einum útgrevstri í 1912. Sambært søgufrøðingunum livdi drotningin frá 1370 til 1330 fyri Kristi føðing og var kona kongin Amonhopet IV.