- Vit skulu hava fría fosturtøku í Føroyum.
Tað halda teir fimm næmingarnir í níggjunda flokki í Hoyvíkar skúla, sum vera tinglimir í ungdómstinginum, sum verður í Løgtinginum mánadagin og týsdagin.
Tey fara at leggja uppskot fyri Løgtingið um at broyta fosturtøkulógina soleiðis, at frí fosturtøka verður loyvd í Føroyum.
Tí vilja tey hava Ungdómstingið at samtykkja at heita á landsstýrið um at broyta lógina og leggja lóg um fría fosturtøku í Føroyum.
- Føroyska lógin er gomul og má endurskoðast av og á. Av tí at fosturtøka er frí í Danmark og hinum Norðurlondunum, er lætt hjá føroyskum kvinnum at fara uttanlands, siga teir fimm næmingarnir.
Sostatt kann sigast, at Føroyar lata onnur taka sær av okkara trupulleikum, leggja tey afturat.
- Tíðin er komin til at endurnýggja hesa lóg og gera hana eitt sindur meira tíðarhóskandi og harvið fylgja framgongdini innan heilsufrøði og mentan.
Tey halda, at verður ein kvinna í Føroyum við barn, skal hon hava frítt at velja um hon vil føða barnið, ella hon vil hava fosturtøku.
- Kvinnan eigur at kunna taka hettar valið sjálv, uttan ávirkan frá familju, kenningum, læknum og politikarum.
Tey halda, at kvinnan skal fáa upplýsing frá lækna, Gigni ella øðrum fakfólkum, áðrenn fosturtøkuna.
- Hettar er fyri, at kvinnan skal vita, hvat hon ger, og skal hava møguleika at umhugsa tað, og at hon ikki ger tað av óvissu ella trýsti frá øðrum, siga næmingarnir.
Tey halda, at fosturtøkan skal vera frí til í 12. viku.
- Vit seta hettar tíðarmark, tí vit meta fostrið vera ov búgvið, um fosturtøkan verður framd eftir 12. viku. Tó, er barnið ella kvinnan í vanda, kann fosturtøkan verða framd eftir hesa tíðarfreist, siga tey.
Tey siga, at tey ætla ikki, at átrúnaðar skal hava nakra ávirkan á hetta mál.
- Tó fara fólk uttan iva at blaka vers úr Bíbliuni eftir hvørjum øðrum. Tað er eitt frítt land, og tað hevur við sær, at kristiligir bólkar sum Pro Vita fara at mótmæla fría fosturtøku, hava tey gjørt sær greitt.
Tey halda ikki, at frí fosturtøka á nakran hátt skal brúkast sum fyribyrging.
- So leingi, vit hava vegleiðing og góða undirvísing í skúlanum um aðrar fyribyrging, átti hetta ikki at hent ofta.
Og tey, sum leggja uppskotið fram, eru Ingi Birgisson Davidsen, Ísak Zachariassen Laksáfoss, Kajsa Holm Bic, Lea Høgnadóttir Hammer og Maria Bjarnastein Antoft.










