Vilja hava fleiri vaksnar føroyingar at fáa sær sproytu fyri meslingar

Vaksnir føroyingar, sum ikki hava havt meslingar, ella eru koppsettir fyri meslingar, fáa nú tilboð um at verða koppsettir fyri einki. Tað er endamálið við eini kunngerð, Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í Heilsumálum, fer at lýsa í næstum. 

 

Tá ið talan er um vaksnar føroyingar, verður hugsað um fólk, sum eru minst 18 ár, og sum eru føddir í 1974, ella seinni, og sum ikki hava havt meslingar, og ikki eru koppsettir.

 

Hetta tilboðið kemur eftir at Landslæknum, fyrr í summar, ávaraði føroyingar, sum fóru uttanlands at ferðast, tí meslingar eru av álvara farnir at gera um seg í fleiri londum í Evropa, eisini í vældámdum ferðamálum. Tey, sum ikki eru koppsett fyri meslingar, eiga tí at lata seg koppseta, áðrenn tey fara uttanlands at ferðast, sigur landslæknin. 

 

 

Les eisini her: Ávarar føroyingar sum fara uttanlands at ferðast

 

 

Landslæknin sigur, at ein tummilsregla er, at tey, sum eru fødd fyri 1975, hava longu havt meslingar, og eru sostatt eisini mótstøðufør.

 

Hann leggur afturat, at besta verjan ímóti meslingum er at lata børnini koppseta. Koppsetingin ímóti meslingum er við í koppsetingini, sum børn kunnu fáa ókeypis tá ið tey eru 15 mánaðir gomul, og so verða tey aftur koppsett, tá ið tey eru fýra ára gomul. Men tey, sum ikki eru koppsett, kunnu altíð fara til lækna at fáa tað gjørt.