Norðskáli: Tað hevur verið langt til nærmastu matstovu í Sundalagnum. Men fyri tveimum árum síðani lat Café-IN upp á Norðskála við mattilboðum til allar aldursbólkar.
Í eina tíð hevur bert verið opið frá middagsleitinum og til kl. 23, men í hesi vikuni broyttist upplatingartíðin eitt sindur. Nú er opið frá kl. 10 á morgni til 23 á kvøldi.
Tey gera hetta fyri at kunna bjóða fólki inn at fáa sær ein kaffimunn um morgunin, har tey samstundis hava møguleika at keypa sær fransbreyð ella okkurt líknandi afturvið.
Hóast hesa øktu upplatingartíðina so fer Café-IN framvegis at bjóða fólki dagsins rætt og ein hóp av skundverðum.
Ítróttur og føðingardagar
Henda café?in liggur á mangar mátar sera væl fyri og miðskeiðis í lanslagnum.
Framvið Norðskála koyra í túsundatali av bilum hvønn einasta dag, og nógvir teirra leggja leiðina inn í matvøruhandilin í grannalagnum.
Nógv fólk leggja somuleiðis leiðina inn á café?ina til at keypa sær okkurt til matna ella okkurt drekkandi. Ein stórur partur av hesum eru havnarfólk, skilst.
Fleiri brúka hølini, tá konfirmatión, dópur, føðingardagur og aðrar hátíðarløtur eru á skránni. Og møguleiki er haraftrat fyri at fáa matin út av húsinum.
Tað er tó ein bólkur av fólki, sum hava fingið eyguni meiri og meiri upp fyri hesum staðnum. Tað eru ítróttarfólkini.
Tá tey eru afturkomin av dysti, m.a. í ítróttarhøllini á Eiði, leggja fleiri teirra leiðina inn higar fyri at fáa sær okkurt leskiligt at drekka, eitt gott prát, meðan tey lurta eftir ítróttartíðindunum í Útvarpinum. Tá hesi eru liðug fara tey víðari til heimbygdina.
Í løtuni fara fram ávegis umbygginginar inni í café?ini, og tá hesar eru lidnar, verður enn betri høvi at skipa café?ina í ymsar deildir.
Eitt ynski, sum nú eisini verður eftirlíkað, er ein stórskýggi. Nógv hava stóran áhuga í fótbólti, og í næsta mánaði fáa hesi eitt gott høvi til at síggja sítt lið spæla á stórskýggja, tá ein slíkur skýggi verður settur upp inni í matstovuni.