Í samband við FOKUS OM vikuna hjá OM Føroyum, sum er á Glyvrum í hesum døgum, vitjar umboðsmaðurin hjá OM-skipum, kanadiumaðurin, Miles Toews í Føroyum.
Miles Toews staðfestir, at gamla "Norrøna", sum nú eitur "Logos Hope" roynist sera væl. Tó mangla tey í OM góðir maskinmeistarar, og Miles Toews vónar at kunna fáa onkran føroyskan maskinmeistara at koma umborð á gomlu Norrønu at starvast eina tíð.
Brennievni hevur næstan ikki verið dýrari í mannasøguni. Meðan Miles Toews er í Føroyum verður eisini arbeitt við at savna pening inn til brennievni til Logos Hope.
Við at trýsta á pílin undir myndini ber til at hoyra eina samrøðu við Miles Toews, sum var í seinnapartssendingini hjá Rás2 úr Runavík.









