Á tíðindafundinum hjá svensku løgregluni, ið endaði fyri løtu síðan, upplýsti ríkispolitiovastin Dan Eliasson, at tað enn ikki hevur eydnast at handtikið gerningsmannin.
- Stutt áðrenn klokkan 15 í dag koyrdi ein lastbilur inn í eina handilsmiðstøð. Vit hava bilin og samband við hann, ið vanliga koyrir bilin. Men vit hava ikki samband við hann ella tey, ið koyrdu bilin, segði Dan Eliasson.
Harumframt upplýsti hann, at løgreglan ynskti ikki upplýsa talið av deyðum og løstaðum, men letur heilsuverkið um tað.
Leiðarin fyri Sapo, svensku trygdarløgregluna, Anders Tornberg, nýtti høvi at vísa myndina av einum manni, ið løgreglan ynskir at fáa samband við.
- Hjá okkum er tað týdningarmikið at fáa samband við hendan persónin. Fyri okkum er tað týdningarmikið, at persónurin ella onkur, ið veit hvør hann er, setir seg í samband við løgregluna á 114 14, segði Anders Tornberg.
Anders Tornberg vil ikki siga, um myndin er tikin áðrenn ella aftaná álopið, men leggur dent á, at viðkomandi ikki hevur status sum gerningsmaður.