Vilja hava fatur á grafittimálara

Politiið í Havn kundi hugsað sær at fingið hendur á persóninum, sum fríggjanáttina var úti og málaði grafitti.

Í Sløttulíð hevur viðkomandi málað á einum betonggarð, men ringast gekk tað út yvir fleiri bilar í Livulág. Bilarnir vórðu svínaðir til við bláari spraymáling. Tað er bæði skrivað og teknað á bilarnar.

Løgreglan sigur, at tað kundi hent, at viðkomandi hevur fingið bláa máling á seg, og onkur tí veit, hvør var úti við dunkinum fríggjanáttina.