Vilja hava færri og betri barnaskúlar í Sundalagnum

Kommunustýrið í Sunda Kommunu arbeiðir nú við at samskipa alt skúlaøkið. Endamálið er ikki at niðurleggja skúlar, men at lyfta skúlaskapin upp á hægri støði og at fáa eina betri undirvísing, sigur borgarstjórin - Endamálið er ikki at leggja skúlar niður. Endamálið er at fáa eina betri undirvísing.

Tað er orsøkin til at tey í Sunda kommunu hava tikið stig til at samskipa allan skúlaskapin í økinum, sigur Kim Durhuus, borgarstjóri.

Í- Vit eru sannførd um, at samskipa vit skúlaskapin í størri eindir, fer tað at geva eina betri undirvísing, sigur Kim Durhuus.

Í hesum sambandi verður lagt upp til at gera alla Sunda Kommunu og Eiði til eitt felags skúlaøki og at samskipa skúlaskapin í økinum.

Verður Felagsskúlin á Oyrarbakka taldur við, eru útvið 350 skúlanæmngar í økinum.

Á Eiði hava tey ikki tikið støðu til málið enn, men tað fara tey væntandi at gera beint eftir summarfrítíðina.

- Men verður Eiði ikki við, ætla vit kortini at arbeiða víðari við ætlanini, men so verður tað bara Sunda kommuna, sum verður skipað í eitt felags skúlaøki, sigur Borgarstjórin.

Kortini ásannar Kim Durhuus, at tað skerst ikki burtur, at verður skúlaskapurin savnaður í størri eindir, verða tað eisini færri skúlar og sostatt eisini færri skúlabygningar hjá kommununi at halda.

- Men tað skuldi so aftur gjørt kommununa føra fyri at gagnnýtt játtanina til skúlarnar betri, leggur hann afturat.