Vilja hava føroysk børn at tosa føroyskt ímillum sín

– Og tað hava tey í Margarinfabrikkini í Havn gjørt upp á ein heilt serligan máta

 

Í fleiri ár vit havt ein dreym um, at gera føroyskt tilfar, sum kann síggjast og hoyrast á netinum, til smábørn. Tað sigur Salua Manai, leiðari í barna- og ungdómshúsinum, Margarinfarbrikkini, í Havn.

 

Hon sigur, at tey hava hildið, at tað hevur verður stórur tørvur á føroyskum tilfarið. Vit halda rætt og slætt, at vit eru farin a síggja avleiðingarnar av hesum, og tað er, at børnini tosa enskt sín ámillum ístaðin fyri føroyskt, sigur hon.

 

Hon sigur, at tað, smábørnini serliga fella fyri á netinum, eru stuttir einfaldir sangleikir, og her er ikki nógv at velja í. Og tað sum er at velja í, er í høvuðsheitum antin danskt ella enskt.

 

– Vit síggja, at føroysk børn í alt ov stóran mun hoyra og læra enskt, ístaðin fyri føroyskt, sum teirra fyrsta mál á netinum. Fyri at fyribyrgja hesi gongd, søktu vit Mentamálaráðið um pening, og fingu tað, til eina verkætlan við børnunum, sum hava sína dagligu gongd í Margarinfabrikkini.

 

Hvørja viku eru verkstovur í Margrainfabrikkini, so sum drama, tónleik og annað, sum børnini tekna seg til at luttaka í. Børnini, sum ganga á verkstovunumm, løgdu tær saman í eina tíð fyri at arbeiða saman um at gera føroyskir sangleikir til smábørn.

 

Hetta tilfar skuldi verða tøkt á netinum. Fleiri børn meldaðu seg til verkætlanina, og nú eitt ár seinni, síggja vit úrslitið av arbeiðnum hjá børnum og starvsfólki í Margarinfabrikkini hava gjørt, við stórari hjálp frá Anton Petersen, filmsframleiðari og Jan Nystrøm, listamanni.

 

Salua Manai sigur, at børnini hava lært nógv hesa tíðina. Tey hava lært at traðka fram, og hava fingið høvi til at vísa tað sum tey hava avrikað í drama og tónleiki, og handaliga. Og tey hava lært at samstarva, og at vera felags um eitt arbeiði, sum tekur drúgva tíð, sigur leiðarin

 

Leinkjur til sangirnir eru her:

 

Hjólini á bussinum: https://www.youtube.com/watch?v=fddNEzqdU5U&feature=youtu.be&fbclid=IwAR1jyuCTKPaXJb9wAivvNNvlt5KCsQlnu35F-MmPny9K46X_QbwscFlpE1U

 

Lítli fingur: https://www.youtube.com/watch?v=IOCEyiJEXPk&feature=youtu.be&fbclid=IwAR2okfWKJDx5RaxTP7I6puPek5Y_OpFbll5V2HO0DBx39Sxq1vyo4QUQt_Y

 

Soleiðis busta vit tenninar: https://www.youtube.com/watch?v=_ZeNtAyqWtw&feature=youtu.be&fbclid=IwAR2bzrQN8VvfmUmeOkXJzmWUNbMUNOc0Dkd3XUX6kFlRDqTuv4RLvKyNtRE

 

 

Niðanfyri eru fleiri myndir frá arbeiðnun á Margarinfavbrikkini við at gera tilfarið