Vilja hava fólk at ansa eftir herviligari sjúku

Tað eru nøkur ávís viðurskifti, tey, sum fáast við náta, skulu ansa serliga væl eftir.

Vilja hava fólk at ansa eftir herviligari sjúku

 

Heilsufrøðiliga Starvsstovan heitir á fólk um at vísa serligt varsemi nú fólk aftur fara at taka náta

Um ikki so langa tíð byrjar nátatíðin og í hesum sambandi heitir Heilsufrøðiliga Starvsstovan á á fólk um at ansa serliga væl eftur fyri at fyrubyrgja nátasjúkuni.

Í hesum sambandi verður mint á, at nátar ið eru rak, ella síggja sjúkir og ússaligir út, eiga ikki at verða tiknir.
– Tey, ið taka náta, eiga at vera í oljuklæðum og at vaska tey og hini klæðini, tey hava verið í, væl tá ið veiðan er av.
Tað er eisini av stórum týdningi at vaska sær væl um hendurnar, bæði undir veiðini og aftaná. – Tey, sum eru eftir náta, eiga at vaska sær um hendurnar, áðrenn tey fáa sær at eta, ella festa sær í.

Bestu ráðini eru at skola hendurnar í kloramini, sum fæst á apotekinum.

Heilsufrøðiliga Starvsstovan sigur, at av tí at fjarðarnar kunnu vera dálkaðar, er best at nátin verður skáldaður.

– Verða nátar royttir eigur luftskiftið at verða gott har roytt verður. Eisini kunnu maskur brúkast tá roytt verður.
– Fjarðar, innvølir, tóm kloraminíløt, og annað, frá nátaveiðuni, skulu koyrast í plastposar og beinast burtur á góðkendum stað hjá brennistøðunum.
– Náti, ið er saltaður og íligin, smittar ikki, leggur Heilsufrøðiliga Starvsstovan afturat.

Vanligu sjúkueyðkennini av nátasjúku er lungnabruni við skjálvta og fepuri áleið 39 stig, turrur hosti og høvuðpína.

– Tann sjúki er ússaligur og ofta í ørviti. Í summum førum kemur sjúkan líðandi og kann vera so lin, at hin sjúki nóg illa kennir seg sjúkan.

Heldur nakar seg hava fingið sjúkuna, ið vanliga byrjar 4-14 dagar eftir tey eru smittað, verða tey biðin um beinanvegin at venda sær til lækna.

Heilsufrøðiliga Starvsstovan mælir eisini til, at nátar verða ikki seldir, fyrr enn teir eru skáldaðir, ella royttir, og ílignir - men teir kunnu sjálvandi eisini vera skrædlaðir.