Í Sveis hava teir kristiligu demokratarnir skotið upp at byggja serligar bygdir til útlendingar, sum eru komnir til Sveis og hava søkt um uppihaldsloyvi har. Hugskotið hjá flokkinum er at byggja tríggjar tílíkar bygdir har eysturi í landinum, og at 500 fólk kunnu vera har.
Sveisiski tjóðskaparflokkurin er ímóti uppskotinum. Flokkurin hevur ein sera avgjørdan innflytarapolitikk, og flokkurin sigur seg stúra fyri, at serligar bygdir til útlendingar fara at fáa enn fleiri útlendingar at leita sær til Sveis.
Onnur, sum eru ímóti uppskotinum, vænta, at tað fer at elva til spjaðing og at forða fyri, at útlendingarnir gerast partur av tí sveisiska samfelagnum.