Vilja hava Bjørn Kalsø á listan í Klaksvík

Í kvøld hevur Norðoya Sambandsfelag uppstillingarfund í sambandi við býráðsvalið.

 

Stóra umrøðuevnið er, um Bjørn Kalsø stillar upp ella ikki. Hetta er fyrstu ferð, at Bjørn Kalsø kann stilla upp, tí hann býr í Húsa kommunu, sum nú verður løgd saman við Klaksvíkar kommunu.

 

Bjørn Kalsø hevur fyrr sagt við in.fo, at hann hevur umhugsað støðuna gjølla, og at hann hevur tikið eina avgerð, sum hann tó ikki vil siga.

 

Tá in.fo ringdi til hansara í morgun var hann á fjalli og vildi als einki siga.

 

– Vit vita aftan á klokkan níggju í kvøld, um Bjørn Kalsø stillar upp ella ikki, er tað einasta, sum Magnus Arge, formaður í Norðoya Sambandsfelag fæst at siga um ein møguliga uppstilling hjá Bjørn Kalsø.

 

Men hann váttar tó, at tað liggur eitt støðugt trýst á Bjørn Kalsø um at stilla upp. Tí tað gongur illa at manna listan. Magnus Arge sigur, at tey enn bara hava tvey nøvn á listanum.

 

– Eg havi eina teori um, at tá tað gongur so væl í Klaksvík, sum tað ger nú, so halda fólk, at tað er ikki neyðugt at blanda seg upp í politikk, sigur Magnus Arge.

 

Sambandsflokkurin hevur einki umboð í Klaksvíkar býráð. Flokkurin misti tað eina umboðið, sum flokkurin hevði, á seiansta valið. Tá fekk Sambandsflokkurin bara 215 atkvøður, sum er 7,2 prosent. Til samanbering fekk Bjørn Kalsø 373 atkvøður í Klaksvík til seinasta løgtingsval. Sambandsflokkurin fekk tá 499 atkøvður í Klaksvík, sum svarar til 15,6 prosent av atkvøðunum. Av øllum var Bjørn Kalsø klárur toppskorari í Klaksvík í persónligar undirtøku til løgtingsvalið. Næstur honum var Jákup Mikkelsen úr Fólkaflokkinum við 270 og Aksel V. Johannesen úr Javnaðarflokkinum við 262 atkvøður.

 

Valúrslitið á seinasta býráðsvali í Klaksvík var hetta: