Marknaðeftirlit
Arbeitt verður nú við at gera eina bip-støð í Vági.
Ein bip-støð er ein marknaðeftirlitsstøð, har triðjalands fisk, sum skal inn í ES, skal góðkennast, áðrenn hann sleppur inn.
Tað er frystigoymslan hjá Faroe Cold Stores, sum sman við Vágs Býráð, hevur søkt um at gera ein bip-støð í Vági.
Umsókn um at gera Vág til góðkenda bip-havn, varð send Heilsufrøðiligu Starvsstovuni í gjár.
avstað í gjár
Annars hevur tlaan verið um at gera tvær bip-støðir í Føroyum, eina í Havn og eina í Kollafirði.
Men tað hevði verið óliviligt hjá Johan Dahl og teimum í Vági.
Teir fáast nógv við triðjalands fisk og tað hevði verið ótolandi um teir skulu til Havnar, ella onkra havn norðanfyri fyrst at fáa lastina góðkenda, áðrenn teir kundu koma til Vágs. Tað fer sjálvandi at føra við sær, at skip eisini fara at leggja vøruna upp, har tað er lættast og tað vil siga, so tætt við bip-støðina, sum tilber.
? Sum er, noyðast okkara skip fyrst til Havnar at ?bippa inn?, sum tað nevnist á fakmáli og tað kann ikki vera meiningin, sigur Johan Dahl.
Hann sigur, at er triðjalands fiskurin fyrst góðkendur á eini bip-støð, hevur hann frítt at fara í øllum ES.
Tú heldur hann, at tað er neyðugt at gera bip-støðir í øllum høvuðshavnunum í landinum og tað heldur hann eisini, at vilji er til.
Tí metir hann heldur ikki, at tað verður nakar trupulleiki at fáa Vág góðkenda sum bip-havn.