Sambandsflokkurin vil hava ávirkan á nýggja fiskivinnupolitikkin, sum eftir ætlan fer at virka 1.janaur 2018.
Tað segði Bárður á Steig Nielsen, formaður í Sambandsflokkinum, tá ið hann í dag helt politisku røðuna á landsfundinum.
Formaðurin heldur, at tað gagnar Samnadsflokkinum og sambands politikki at royna samstarv, heldur enn bara at bíða og liggja í heingikoyggjuni.
Bárður á Steig Nielsen segði, at eitt politiskt høvuðsmál er at sleppa føroyingum undan 14. September-samgonguni, men kortini mælir hann til samstarv um ymisk mál – millum annað eina nýggja fiskivinnuskipan.
Sambandsflokkurin heldur, at Føroyar eiga at arbeiða meira fyri at fáa fría marknaðaratgongd fyri fisk og fiskaúrdrátt í ES. Tað kann gera, at útflutningsvirðið hjá Føroyum hækkar úr seks milljardum til 12 millajrdir krónur.
Landsfundurin hja Sambandsflokkinum er á Hotel Hafnia í Havn