Astrid Krag hevur ikki sagt, at hon stillar upp til formansvalið í SF, og Ida Auken hevur í morgun sagt, at hon vil ikki vera formaður. Kortini eru tað tær báðar, sum veljararnir hjá flokkinum vilja hava.
Berlingske Tidende hevur spurt 122 leiðandi fólk í SF, hvønn tey vilja hava til formann eftir Villy Søvndal, sum hevur boðað frá, at hann leggur frá sær, so skjótt flokkurin hevur funnið ein annan til starvið.
66 av teimum, sum Berlingske hevur spurt, vilja svara. Ein lítil meiriluti vil hava Astrid Krag, men munurin millum hana og Idu Auken er lítil, skrivar blaðið.
Ein meiningakanning í gjár vísti, at ein meiriluti av veljarunum hjá SF vilja hava Idu Auken til nýggjan formann.










