Poul Michelsen, formaður í Grunninum fyri Tórsvøll, sigur í stuttari viðmerking til Sosialin, at nevndin í grunninum alla tíðina hevur arbeitt eftir upprunaligu verkætlanini.
Hann leggur dent á, at sambært teirri umsókn, sum í sínari tíð varð latin býráðnum, skuldi arbeiðið gerast, so hvørt sum pengar vóru tøkir, og í so máta er einki broytt hesum viðvíkjandi.
Arbeiða eftir vilja býráðsins
Hetta innibar so, at eingin rennibreyt skuldi gerast í fyrsta umfari. Um støðan broytist, soleiðis at ein rennibreyt skal gerast í hesum byggistignum, so er hetta ikki í tráð við upprunaligu ætlanina, og so má arbeiðshátturin broytast, heldur Poul Michelsen.
Víðari sigur hann, at orsøkin til, at arbeiðið viðvíkjandi vøllinum í løtuni koyrir við niðursettari ferð, er, at teir ikki eru vísir í, hvørjar ætlaninar eru við vøllinum.
Formaðurin í grunninum vísir eitt nú á, at næsta stig teirra er at gera eitt inngongina til vøllin lidna, men vísur í sama viðfangi á, at hetta veldst um, hvørt rennibreyt skal gerast ella ikki. - Skal rennibreyt gerast nú, er talan um arbeiði fyri einar 500 - 600 tkr., sum síðani skal takast niður aftur, og hetta eru ov nógvir pengar at nýta til onga nýttu, vísur hann á.
Í sama viðfangi leggur hann dent á, at nevndin í grunninum ikki á nakran hátt hevur ætlanir um at mótarbeiða býráðnum, sum eigur grunnin.
- Tað er jú Tórshavnar Kommuna, sum eigur grunnin, og tískil kunnu vit ikki gera annað enn, at arbeiða eftir teirra vilja, sigur Poul Michelsen, sum samstundis vísir á, at tað skapar óneyðugar trupulleikar, tá aðrar meiningar brádliga koma frá býráðnum ella pørtum av hesum.
Tískil bíðar nevndin nú eftir, at býráðið greitt meldar út, hvørjar ætlaninar eru við grunninum, soleiðis at nevndin kann arbeiða víðari.
Annars heldur Poul Michelsen, at tað eftir hansara tykki tykist løgið, at Heðin Mortensen, nú skal koma við hesum ætlanunum.
- Hann hevur sjálvur sitið í nevndini, og hevur tá havt allar møguleikar at gjørt vart við síni sjónarmið, men har er einki uppskot nakrantíð komið frá hansara síðu. At hann nú hevur eina greiða støðu í málinum, er sostatt bara at gleðast um, sigur Poul Michelsen.
Yvirtøka verður dýrari
Annars heldur Poul Michelsen lítið um tær ætlanir, sum Heðin Mortensen hevur, um yvirtøku av vøllinum.
- Einasta, sum býráðið fær burtur úr hesum, er, at raksturin av vøllinum gerst dýrari, heldur Poul fyri. Víðari sigur hann, at raksturin av vøllinum í dag er so at siga ókeypis, tí nærum alt verður gjørt sjálvboðið. Skal býráðið yvirtaka verkætlanina, noyðast teir eisini at gjalda løn fyri alt hetta.
Harumframt vísur formaðurin á, at liðugtgerðin av vøllinum fer at kosta tað sama, líkamikið um býráðið ella grunnurin stendur fyri hesum arbeiði.