Tað var við hesum í huga, at frásøgumaðurin á pallinum í Vágsbøi, Sjúrður Skaale gjørdi eina politiska quick poll um alternativan flogvøll í Føroyum.
Sjúrður segði, at hann hevði sæð Karsten Hansen og Bjørn Kalsø millum áskoðararnar, og spurdi um fólk fór at velja teir, um teir lovaðu ein alternativan flogvøll til næsta val. Flestu av áskoðarunum lyftu hondina upp, so har var stórur meiriluti. Sjúrður heitti so á landstýrismannin og løgtingsmannin um at halda uppat at tosað um rundstykkir sunnumorgun og um tað, sum kanska fer at henda í 2015, og ístaðin syrgja fyri einum flogvølli, um teir taka boðini til eftirtektar, vita vit tó ikki.