Vilja hava alternativ til fiskivinnupolitikkin

Á limafundi í Norðoya Sjálvstýrisfelag í gjárkvøldið fekk tingmanningin undirtøku fyri at finna eitt alternativ til verandi fiskivinnupolitikk.

Fundurin vísti á, at vinnan má hava greiðar karmar at virka undir heldur enn óvissuna í alsamt skiftandi politikkinum.

-Vit mugu tryggja betri samskifti, so bæði fiskifrøðingar og fiskimenn koma til orðanna og virkað verður fram ímóti burðardyggum fiskiskapi, ið gevur áhaldandi avkast, stendur í yvirlýsing frá fundinum.

Fundurin Í Klaksvík tók eisini fult undir við, at tingmanningin gongur undan at skapa maritimu útbúgvingunum hóskandi nýggjar karmar her í økinum.