Hóast fuglfirðingar í fjør løgdu rygg til eyðmýkjandi stórtap á Mølini, so man sjálvsálitið hjá liðnum vera í topp, nú teir aftur vitja EB/Streym.
Góða støðan á stigatalvuni saman við hálvfinaluplássinum í steypakappingini hava prógvað, at ÍF ikki bara er at kimsa at í ár, og fáa teir aftur fult hesaferð, fer tað av álvara at lukta av metalli.
Og fuglfirðingar rokna við, at allir mans eru tøkir sunnudagin, og so er spurningurin bara, hvussu Petur Simonsen fer at blanda kortini hesaferð.
Hjá EB/Streymi er talan í løtuni um lítlan niðurtúr, og skulu teir fara at klintra uppeftir, skulu stig helst á kontina nú.
Til dystin sunnudagin eru helst allir mans tøkir. Johan á Stongum var ikki við, tá teir vitjaðu hjá HB seinasta sunnudag, men hann hevur vant í vikuni, og er tí helst tøkur.