Vilja góðkenna føroyska talgilda koyrkortið

Arbeiðið at viðurkenna føroyska talgilda koyrikortið í Danmark, longu er byrjað

Tað sigur Dennis Holm, landsstýrismaður í fiskivinnu- og samferðslumálum, í svari til Johan Dahl, løgtingsmann, hevur setti hon ein grein 52a fyrispuring um málið. Løgtingsmaðurin spurdi soleiðis:

1. Hevur danska samferðslumálaráðið vent sær til samferðslumálaráðið í Føroyum við fyrispurningi um sínámillum avtalu um at viðurkenna talgildu koyrikortini landanna millum?

2. Hevur landsstýrismaðurin svarað fyrispurninginum frá danska samferðslumálaráðharranum? Um ja: Hvat hevur landsstýrismaðurin svarað?

Um nei: Nær ætlar landsstýrismaðurin at svara?

3. Vil landsstýrismaðurin gera avtalu við danska samferðslumálaráðharran um sínámillum viðurkenning av teimum talgildu koyrikortunum?

Í svarinum til fyrsta spurningin sigur landsstýrismaðurin, at danski ráðharrin innan samferðslu, Thomas Danielsen, sendi eitt bræv til landsstýrismannin dagfest tann 25. november 2024. Í brævinum verður víst á ynskið um eina sínámillum viðurkenning av tí føroyska og danska talgilda koyrikortinum.

– Eisini verður nevnt, at arbeiðið við at finna eina loysn, fyri at kunna viðurkenna tað føroyska talgilda koyrikortið í Danmark, longu er byrjað, sigur Dennis Holm

Í svarinum til hinar báðar spurningarnar sigur landsstýrismaðurin, at hann hevur svarað danska ráðharranum skrivliga tann 10. februar 2025. Í skrivinum stendur, at landsstýrismaðurin er sinnaður at samstarva við danskar myndugleikar um at gera tað møguligt sínámillum at viðurkenna talgildu koyrikortini, eins og tey fysisku koyrikortini vera viðurkend landanna millum.

– Landsstýrismaðurin vil sostatt fegin finna eina loysn saman við donsku myndugleikunum, sum kann vera við til at fáa burtur hesa markaforðing, og væntandi fer hetta arbeiðið í gongd í næstum.

– Vónandi kann hetta eisini verða liður í eini sínámillum viðurkenning av talgildum koyrikorti í øllum Norðurlondum, og hetta fer Ráðið at kanna, sigur Dennis Holm, landsstýrismaður, í svarinum til Johan Dahl, løgtingsmann.