Vilja gjalda meiri skatt

Norðmenn eru sinnaðir at rinda meiri skatt til eldraøkið, heilsuverkið og skúlaverkið Ein nýggj meiningakanning vísir, at flestu norðmenn eru til reiðar at gjalda meiri skatt, um teir kunnu fáa vissu fyri, at pengarnir fara til góð endamál so sum eldrarøkt og heilsuverkið.

80 prosent svaraðu, at tey vilja gjalda meiri skatt, um tað kemur teimum gomlu til góðar, og 76 prosent søgdu ja, um pengarnir fara til heilsuverkið og skúlaverkið.

Meiningakanningar tey seinnu árini hava víst, at alt fleiri norðmenn eru sinnaðir at brúka meiri pengar til eldra- og heilsuøkið. Tey hava samstundis sagt seg vera ímóti, at tað almenna skal skerja sítt virksemi fyri at fáa møguleika at skarva av skattinum.

Fer skatturin til tey røttu endamálini, vilja norðmenn fegnir gjalda meiri, enn teir gera.