Vilja gerast sjálvstøðugur limur

Føroyskir luttakarar á norðurlandsráðsfundinum í Helsinki krevja, at Føroyar gerast sjálvstøðugur limur í ráðnum

LIMASKAPUR

Í hesum døgum eru føroyski politikarar á norðurlandaráðsfundi í Helsinki. Umframt tað vanliga á slíkum fundum hava føroysku luttakararnir ein serligan boðskap við sær í ár.
Teir ynskja nevniliga, at Føroyar skulu gerast sjálvstøðugur limur í Norðurlandaráðnum.
Í tíðindaskrivi verður greitt frá, at Jóannes Eidesgaard, Jógvan á Lakjuni, Høgni Hoydal og Páll á Reynatúgvu.
Høgni Hoydal, landsstýrismaður í Norðurlandamálum, skrivar í tíðindaskrivi, at nú eru 50 ár liðin síðani Norðurlandaráðið varð stovnað, og stundin er komin til, at Føroyar, Grønland og Áland gerast fullir limir og gjalda sjálvi.
Anfinn Kallsberg hevur eisini á fundi við forsætisráðharrarnar greitt frá føroyska ynskinum. Málið verður sent út til ráðharrarnar í Norðurlandamálum, og ætlanin er at viðgera hugskotið aftur í desember.
Høgni Hoydal nevnir eisini í tíðindaskrivi, at krav um samstarv við grannaøkini í Útnorði, t.e. Hetland, Hebridurnar, Orkneyoyggjar, Skotland, Írland og kanadisku økini, eisini sett fram