Vilja gera tað hugnaligari í miðbýnum í Havn

Býráðið setir nú sjøtul á eina ætlan, sum nógv fólk hava tikið undir við

Tórshavnar býráð tekur nú fyrsta stigið til at lata ein part av Havnará upp aftur. Fyrsta strekkið, ætlanin er at lata upp, er strekkið frá bygninginum hjá Betri í miðbýnum, beint oman á Vaglið. Eydnast tað væl, fara tey eisini at kanna møguleikan fyri at lata ánna upp aftur, allan vegin oman eftir Áarvegnum, heilt oman á Kongabrúnna.

Býráðið sigur, at tey hava arbeitt leingi fyri at gera miðbýin hugnaligari og í tí sambandi hevur tað verið umrøtt at taka lokið av Havnará. Tey siga, at beinleiðis endamálið við at lata Havnará upp aftur, er at geva býnum eitt býarrúm afturat við ymsum virksemi, sum tey annars ikki hava í miðbýnum longur.

Umleið í 1960 varð Havnará lokað frá Ebenezer, fram við Tinghúsinum og oman á Vaglið. Upprunaliga gekk áin úr Villingadali, oman í Gundadal, víðari oman gjøgnum plantasjuna, framvið Sjónleikarhúsinum og oman gjøgnum miðbýin, og oman á Kongabrúnna.

Størsti parturin av ánni er í dag undir jørð, og tað er ikki væntandi, at hon nakrantíð verður latin upp aftur, tí nógvastaðni er ymiskt virksemið oman á lokinum í dag. Harafturat verður áin í dag nýtt sum kloakk heilt uppi frá Sjónleikarhúsinum, og skal hon latast uppaftur, verður neyðugt at leggja kloakkina av nýggjum, burtur frá ánni.

Býráðið sigur, at nú sjøtul verður sett á kanningarnar, verður tað neyðugt at kanna viðurskiftini gjølliga, og at tosa við avvarðandi áhugapartar. Býráðið sigur, at enn er ætlanin ongan veg komin, og tískil hava tey heldur ikki hóming av, hvat tað fer at kosta.

Men nú mæla bæði tekniski stjórin, býarverkfrøðingurin og býararkitekturin, til at játta eina millión til at lýsa verkætlanina, umframt til at gera neyðugar kanningar og fyrireika verkætlanina. Tá ið eitt úrslit fyriliggur, verður málið so lagt fyri býráðið aftur.

Hetta er eitt tilmæli, bæði Byggi- og Býarskipanarnevndin og Tekniska Nevnd, taka undir við.

Tað  ger meirilutin av Fíggjarnevndini hjá býráðnum, eisini. Tann einasti nevndarlimurin, sum ikki tekur undir við tí, er Elsa Berg, býráðslimur fyri Tjóðveldi. Hon heldur nevniliga, at tað er alt ov stór óvissa um endaliga kostnaðin. Tað er eisini stór óvissa um, hvussu hetta fer at ávirka aðrar grundtænastur hjá kommununi.