Vilja gera íbúðardepil til eldri í Havn

Tey eldru skulu kunna vera longri heima, heldur enn at fara á røktarheim

Nú skal ein íbúðardepil til eldri gerast í Havnini. Tað vil Trivnaðarnevndin hjá Tórshavnar Býráð.

 

Nú fíggjarætlanin fyri næsta ár skal leggjast, vil nevndin hava býráðið at játta, at fimm milliónir krónur verða settar av til at fyrireika arbeiðið at gera ein slíkan depil.

 

Endamálið við einum slíkum depli er, at heimatænasta skal vera knýtt at tí, eitt nú heimahjálp, heimasjúkrarøkt og annað.

 

Á seinasta býráðsfundi í Havn, staðfesti, Børghild Djurhuus, forkvinna í Trivnaðarnevndini , at nevndin  er samd um at seta hol á eina slíka verkætlan.

 

Halla Samuelsen, sum er limur í nevndini, sugur, at hetta er eitt mál, hon hevur roynt at fáa undirøku fyri í fleiri ár.

 

Sum støðan er nú, hevur kommunan einki tilboð til tey eldru, sum liggur ímillum at vera heima, og at fara á røktarheim, sigur hon.

 

Hon sigur, at úrslitið av at gera ein íbúðardepil við atknýttari heimatænastu, kann vera, at tað ber til hjá fólki at vera longri heina, áðrenn tey fara á røktarheim.

 

- Vit sleppa eisini undan at skilja hjún sundir, har annað fer á røktarheim, tí í einum íbúðardepli, kunnu tey búgva saman í íbúðini og fáa tað neyðugu tænastuna heima. Somuleiðis hevði ein slíkur depil havt stóran sosialan týdning.

 

Ein síðuvinningur hevði so verið, at fleiri sethúsi høvdu verið til sølu, og tey kundu yngri familjur ogna sær, so at meiri lív kom í aftur tey gomlu húsini, heldur hon.