Ímynda tær ein føroyskan teknifilm um kópakonuna. Alt allar plantur og sjólív er sum vit kenna tað úr Føroyum, og litirnir eru tað vit kenna úr Føroyum
Elin Hentze, Magnus Johannesen og Hans Kristian Eyðunson Hansen vilja gera ein føroyskan teknifilm, sum er í einum Føroyskum heimi, og uppá langt sikt vilja tey gera eina føroyska teknifilmsvinnu.
Gloym alt um Disney - her verða føroyskir litir, føroyskar plantur, føroyskar søgur og tónleikur, sum byggir á føroysk kvæði.
Hans Kristian Eyðunson er animator, Elin Hentze, sum hevur útbúgving innan film, skal verða producentur og Magnus Johannesen skal standa fyri tónleikinum.
Tónleikurin skal vera nýggjur, men byggja á føroysk løg og kvæðir.
Tey trý vunnu "Start up Tórshavn" við einum hugskotið, og hava nú fingið pening til vega, eins og tey hava fingið hølir at arbeiða í.
- Alt er uppá pláss - vit mangla so at siga bara at fara í gongd, siga tey.