Vilja gera Føroyar til miðdepil fyri sjóvinnuútbúgvingar

Miðflokkurin vil hava løgtingið at heita á landsstýrið at útgreina, hvussu Føroyar kunnu gerast ein miðdepil fyri sjóvinnuútbúvingar

Útbúgvingarmøguleikar
 

 Hvussu kunnu Føroyar gerast ein útbúgvingarmiðdepil fyri sjóvinnuútbúgvingar?<SUP$?$end$!$</SUP$?$end$!$</EM>
Tað vil Miðflokkurin nú hava, at landsstýrið skal kanna og útgreina.
Miðflokkurin hevur lagt uppskot fyri Løgtingið, har flokkurin biðjur løgtingið samtykkja at heita á landsstýrið um at útgreina,  hvussu Føroyar kunnu gerast ein tbúgvingar­miðdepil fyri sjóvinnur, soleiðis, at eisini fólk úr øðrum londum kunnu nema sær føroyska sjóvinnuútbúgving á altjóða støði.
Teir báðir løgtingsmenninir hjá miðflokkinum, Jenis av Rana og Bill Justinussen, vísa á, at tað verður mangan sagt, at skulu føroyingar gera vinnulig framtøk, skulu vit gera tað, vit eru bestir til.  Men hóast hetta, royna vit at fóta okkum á nógvum øðrum vinnuligum beinum enn fiskivinnuni.  
- Mong halda, at gransking er loysunarorðið, uttan at útgreina, hvat granskingin skal fevna um. Onnur nevna KT-menningina sum týdningarmesta vinnuíkastið til búskaparvøkstur.
- Men tá sagt verður, at vit skulu gera tað, sum vit eru best til, er skjótt at staðfesta, at sjóvinnuútbúgvingar hoyra til hendan bólk. Føroyskir sjómenn eru umborð á skipum um allan heim og okkara sjófólk manna brýr og maskinrúm á óteljandi skipum í øllum sjóvinnugreinum.
Teir báðir øgtingsmenninir vísa eisini á, at føroyingar hava bestu viðmælir allastaðni sum sjómenn og eru eitt prýði og ein stoltleiki fyri tjóðina.
 Og Bill Justinussen og Jenis av Rana halda, at  tá ið vit megna at útbúgva sjófólk á altjóða støði, eiga vit at umhugsa møguleikan fyri at gera okkara sjóvinnuskúlar til annað enn útbúgvingarstøð fyri føroyingar.
- Vit eiga at útgreina, um vit kunnu gera Føroyar til eitt sjóvinnuútbúgvingarøki, har fólk úr øðrum londum koma og nema sær útbúgving.
Teir halda, at afturímóti øðrum vinnumenningarøkjum, hevur hetta økið nógvar fyrimunir, eitt nú gott útbúgvingarumhvørvi, fakligan førleika, aldargamla siðvenju, royndir og vitan, eins og vit eru ein sjóvinnutjóð.
Og tað er sjálvsagt at vit fáa okkum eitt bein at standa á, sum natúrliga er ein partar av føroyska samfelagnum, og sum ikki krevur áralangar kanningar og tíggjutals ótryggar, almennar íløgumilliónir.
- Samstundins gevur hetta einum munandi tali av vælútbúgvnum fólk eitt avbjóðandi vællønt starv í einum altjóða umhvørvi í Føroyum, siga Bill Justinussen og Jenis av Rana.