Nú verður arbeitt við møguleikanum at gera eina gøtu oman til Lopranseiði á vestursíðuni á Suðuroy, har eisini Lopranshólmur er.
Gøta er úr Lopra, nakað vestur, men eingin gøta oman á Lopranseiði, sum er ein náttúruperla í Suðuroy, og har Lopranshólmur eisini er.
Og tað er nettupp ein gøta oman á eiði ætlanin nú er at fáa gjørda.
Í hesum sambandi hevur Dennis Holm, borgarstjóri í Vági, vent sær til bygdaráðið í Sumba við fyrispurningi um Sumbiar Kommuna er sinnað at taka undir við eini slíkari ætlan um at gera gøtu oman á Eiði, og til Lopransholm, um so er at hagarnir eisini taka undir við tí.
Hugsað verður um at fáa hesa gøtuna við í arbeiðið, næstu ferð skipað verður fyri at fáa útlendingar higar at umvæla gøtur, rásir, og annað mangt, soleiðis sum skipað var fyri eitt vikuskifti fyrr í summar.
Lopranshólmur er lundaland, men har er ikki so nógvur lundi. Tí verður eisini hugsað um at seta kunstigar lundar út í holmin við tí endamáli at ala meiri lunda til sín og at fáa meiri lunda at støðast í hólmanum.
Sagt er, at royndir av hesum slagi hava verið væleydnaðar í Íslandi og í Skotlandi.
Sumbiar Kommuna hevur sostatt samtykt at taka lut í hesum. Men tað skal gerast í samstarvi við hagarnar. Vegurin vestur ímóti eiðinum liggur í Lopranshaga, men vágbingar eiga Lopranshólm.
Bygdaráðið í Sumba hevur samtykt at taka undir við ætlanini, og at venda sær til tey, sum eiga Lopranshaga við málinum. Og so kann Vágs Býráð venda sær til hagan í Vági, sum eigur Lopranshólm.
Endamálið er at gera eina náttúruperlu á vestaru síðu á Suðuroy lættari atkomuliga hjá ferðafólki og hevði tað eydnast at fingið meiri lunda í hólmin, hevði tað verið ein serlig fragd hjá ferðafólki.
Í hesum sambandi er spurningurin eisini umrøddur um at gera brúgv út í Lopranshólm eina ferð í tíðini. Men tað er óvist um loyvi fæst til tað, og undir øllum umstøðum er tað ikki ein partur av ætlanini, sum nú fyriliggur.